Rannteld Bókhaldsvirkið varð stovnað av Atla Klein Olsen tann 8. apríl 1991.
Tann 1. oktober 2010 fór Sp/f Rannteld í samstarv við Shipping.fo. Shipping.fo tekur sær av m.ø. umsiting av lønum o.tl. hjá manningum á skipum undir FAS (Føroyska Altjóða Skipaskráin). Rannteld og Shipping.fo verða rikin undir einum felag, ið ber navnið Sp/f Shipping.fo.
Fremsta uppgáva Ranntelds er tó framvegis tann, at taka sær av at føra bókhald fyri størri og smærri virkir, og við okkara yvir 20 ára royndum, eru vit vorðin kend fyri at seta dygdina í hásæti.
Í sambandi við bókhaldsarbeiði okkara, kunnu vit eisini taka okkum av at røkja skuldarar og ognarar hjá kundum okkara, t.v.s. at vit krevja skuldarar inn og syrgja fyri, at ognararnar verða rindaðir til tíðina.
Í hesum tíðum, har fleiri smápartafeløg eru farin at velja grannskoðan frá, hava vit, sum ein sjálvsagdur partur av okkara arbeiði, tikið okkum av at broyta viðtøkur felaganna samsvarandi, og at uppseta árs- og skattafrásagnir teirra (ársroknskapir).
Rannteld er ført fyri at taka sær av einum og hvørjum tørvi, sum kundar tess hava fyri neyðini. |
Okkara umleið 100 kundar fevna m.a. um hesi virkir:
og onnur sløg av virkjum. |