Guðrið undir Kletti

Guðrið er uppvaksin við Rannteld og hevur fingið holla upplæring 

í bókhaldi o.tl. Hon tekur sær m.a. av avgreiðsluna av lønunum til teir 

ymsu FAS-kundarnar, men hevur eisini avgreiðslu av einstøkum kundum hjá Rannteld.

Guðrið er bachelor of science frá RUC og hevur tikið fjarlestur í roknskapi.

 

 

Gunnar Mouritsen

Gunnar lærdi í sini tíð bókhald í Rannteld. Síðani hevur hann nomið sær 

útbúgving sum grannskoðari og er nú komin aftur til okkara og er vorðin fíggjarleiðari. 

Umframt hetta hevur hann egnar kundar, sum hann røkir við nærlagni.

 

 

Jóhanna E. Dam

Johanna Elisabeth hevur útbúgving innan bókhald og hevur arbeitt nógv ár hjá Rannteld.

Hon hevur sínar egnu kundar, sum hon røkir við nærlagni.