Rannteld er eitt bókhaldsvirki, sum fæst við alt, ið náttúrliga hoyrir

til eitt slíkt virksemi.

 

Okkara kundar umboða eitt breitt úrval av føroyskum og útlendskum 

virkjum, bæði partafeløgum, smápartafeløgum og privatum vinnurekandi.

Her er talan um ymsar handlar, bóndur, útróðrarbátar, skip og reiðaríir,

frisørsalongir, bilverkstaðir o.tl., entreprenørar og mong onnur virki

- bæði stór og smá.

 

Ein og hvør virkiseigari veit, at óskil í roknskapinum kostar pening,

og í ringasta fall konkurs. Tí er sera, sera týdningarmikið, at øll virkir 

hava skil á sínum ”pappírum”, og tað er Rannteld ført fyri at

taka sær av, soleiðis, at tit bæði hava ordan í bókhaldinum 

og spara pening.

Rannteld hevur drúgvar royndir innan alt, ið snýr seg um roknskap, 

bókhald, skuldara- og ognararøkt, MVG- og skattauppgerðir,

ráðgeving o.s.fr.

 

Okkara starvsfólk hava drúgvar royndir við bókhaldi og eru tí før fyri

at tæna okkara kundum á besta hátt.